Frágreiðing
Tørvar tær eina henta og prýðandi goymslu á barnakamarinum? So eru hesir litríku og harðføru stáplikassarnir nakað fyr teg. Hesir flottu goymslukassarnir eru sniðgivnir, so teir lætt allir kunnu stáplast – eisini við ymiskum støddum. Kassarnir eru sera rúmligir og hava gott pláss til eitt nú leikur. Kassarnir fáast í 2 støddum og fleiri ymiskum litum í einum flottum og funktionellum sniði.
Stáplikassarnir eru gjørdir úr træ, ið er innlitað við náttúrlitum og límað við harpikslím. Hetta ger tað, at teir fuktfastir og at teir hava sama lit allan vegin inn ígjøgnum. Av tí sama síggjast skøvur ikki serliga væl.
Hesir stáplikassarnir passa inn allastaðni í heiminum, og allir teir flottu litirnir ger taåð lætt at fáa fleiri flottir litir inn í heimið samstundis við at kassarnir eru sera praktiskir sum goymslurúm. Til ber at nýta kassarnir til leikur í barnakamarinum, til dømis Lego, dukkuklæðir, bøkur og nógv annað. Stáplikassarnir kunnu eisini nýtast til kryddarí og iljur í køkinum, til smálutir í stovuni, til sminku og annað í baðirúmunum. Eisini ber til at brúka kassarnir á kontórinum, so tú kann halda skrivaraborið ruddiligt.
Stáplikassarnir eru skornir út við lasara og við tíðini kann tann svarti liturin slítast vekk, ið gevur vøruni eitt heilt serstakt og vakurt patina, tí træið hevur sama lit allan vegin inn ígjøgnum. Kassarnir verða slípaðir við hond og verða settir saman ein eftir ein.
Tilfar: Bjørkkrossfinér og valchromat – gjøgnumlitað MDF við høgari evnisnøgd og bjørkkrossfinér. Valchomat er gjørt av trætrevjum, ið er litað við náttúrliti og aftaná límað saman við einum serstøkum harpikslími. Hetta ger vøruna eyka fuktfasta.
Støddin á teimum stóru kassunum er: 40 cm langt, 30 cm breitt og 15 cm høgt.
Ummæli
Ongin hevur skrivað ummæli enn.