Crème Prodigieuse Boost Night Recovery Oil Balm

kr.389,00

50 ml

  • Endurbyggjandi andlitsbalm til náttina, passar til allar húðtypur.
  • Gott ímóti teimum fyrstu rukkunum, hjálpir húðina at síggja yngri út.
  • 92% av tilfarinum er frá náttúrligum uppruna.

Útselt

Legg á ynskilista
Legg á ynskilista
SKU: 15379 Bólkur: Tags: , ,

Frágreiðing

Hetta er eitt olju balm til andlitið, ið hevur eina samanseting av jasminblómu antioxidantum, so húðin kann endurbyggja seg gjøgnum náttina eftir skaðandi effektir av gerandisdegnum (strongd, møði, dálking o.a.), samstundis sum tað virðir náttúrligu javnvágina í húðini.

Balmið hevur ein tjúkkan røkjandi tekstur fylt við macadamia olju, sum umfevnir húðina varliga sum í einari kokon, uttan at geva eitt feittut finish. Um morgunin, sært tú avslappað út og tú hevur eitt frískt dæmi. Húðin verður kveikt við orku og tú ert til reiðar til ein nýggjan dag.

Høvuðstilfar av náttúrligum uppruna: jasminblóma, morgunfrúa, kyknusukur, macadamia olja, nopalblómu úrdráttur.

Um Crème Prodigieuse Boost røðina:

Húðrøkt vørurnar frá Crème Prodigieuse Boost røðini eru vmulti-rættandi, so húð-mekanisman kann fáa eitt satt boost, samstundis sum náttúrliga javnvágin í húðini verður vird. Vørurnar eru til dømis gjørdar av jasminblómu, ið virka ímóti teimum fyrstu rukkunum / aldurteknunum og hjálpir húðini at síggja yngri út. Við at nýta hesa húðrøkt, gerst húðin frískari, meira tøtt / fylt og ljósari, eisini teir dagarnir, har tú kennir strongd.

 

Ummæli

Ongin hevur skrivað ummæli enn.

Ver fyrst/ur at ummæla "Crème Prodigieuse Boost Night Recovery Oil Balm"

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Kanska dámar tær eisini...