Frágreiðing
Sjey fyrimunir til húðina í einari fløsku úr 100% endurnýtsluplastikk. Hetta er eitt heimskent húð tonic, ið eksfolierar, ljósnar, strammar og vætir húðina, so tú fær eitt slætt, javnt og kveikt húðlyndi – flotta glóð uttan irritatión.
Hetta er eitt húð tonic, ið er gjørt av mildari og kraftmiklari mjólkasýru (AHA), Salicilin (BHA) og forevni av Azelaic sýru. Ready Steady Glow AHA Tonic er gjørt til dagliga nýtslu, ljósnar um húðina og økir um glóðina, so húðin ikki sær keðilig og troytt út. Mjólkasýran eksfolierar effektivt húðflatuna, brýtir deyðar húðkyknur og gevur vætu, uttan at geva húðirritatión.
Úrslit
Brúka Ready Steady Glow Daily AHA Tonic saman við tínari vanligu húðrutinu, so kanst tú fáa hesi úrslit:
- Húðin tykist sjónlig ljósari.
- Er mild, so kann nýtast hvønn dag av øllum húðtypum.
- Eksfolierar og slættar húðina, so tú fær eitt meira javnt húðlyndi.
Nýtsluvegleiðing
Koyr eitt sindur av AHA tonic á eina vattrondell ella á ein lappa. Turka síðani vattrondellina ella lappan eftir andlitinum og hálsin, beint eftir at tú hevur reinsað húðina. Koyr ikki á økið rundam um eyguni.
Brúka gjarna AHA tonic um morgunin, kvøldið ella bæði. Brúkar tú AHA tonic um morgunin, minst so til at koyra andlitskrem á aftaná.
Hevur tú serliga viðkvæma húð, kanst tú dampa vattrondellina ella lappan við vatni áðrenn, so tynnir tú veskuna, og tú kann koyra á húðina sum vanligt, so húðin kann venja seg við tað. Lat vera við at nýta hetta sama dag sum tú nýtir aðra eksfolierandi húðrøkt.
Ávaringar: Nýt einans vøruna eftir vegleiðingini omanfyri. Vøran má ikki koma í samband við eyguni. Um tú fær irritatión av vøruni, skalt tú steðga nýtsluni og seta teg í samband við ein lækna. AHA kann hava tað ávirkan, at húðin gerst meira viðkvom fyri sólini, tí verður viðmælt at nýta krem við sólfaktor og avmarka tað at taka sól í eina viku eftir nýtslu
Ummæli
Ongin hevur skrivað ummæli enn.