SILKE x SISTIE Oyraringar Stórir Gylt Silvur

kr.749,00

  • Heilt serstakir oyraringar úr 18 karat gyltum endurnýttum Sterling silvuri við ravlittum zirkonia steinum.
  • Oyraringarnir hava organisk snið, ið sipar til eitt rátt og ópussað look.

Einans 1 eftir á goymslu

Legg á ynskilista
Legg á ynskilista

Frágreiðing

Sera vakrir og serstakir creol oyraringar við organiskum snið og ravlittum zirkonia steini, Oyraringarnir eru gjørdir úr 18 karat gyltum endurnýttum Sterling silvur.

Silke hevur sniðgivið 2 støddir av hesum flottu oyraringunum – hesir størru oyraringarnir hava eina longd á uml. 24 mm. Tú letur oyraringin aftur aftanfyri oyrað. Tann óslætta flatan gevur eitt meira ópussað og rátt look.

Hetta er eitt einfalt og organiskt look við einum lítlum ravlittum zirkonia steini. Kollektiónin hjá Silke endurspeglar alt tað fína og tað skroypiliga, men eisini tað ráa, ið fjalir seg í øllum gentum og kvinnum.

SILKE x SISTIE samstarv

Silke smúkkurnar eru sniðgivnar í samstarv við Silke Kristensen, ið er kend í Danmark sum influensari. Silke vil hava, at smúkkur hennara skulu vera eitt element, ið er til minnis um mammu hennara, sum hon misti til krabbamein í 2010. Tann lítli ravlitti steinurin, sum er í smúkkunum, symbolisera tær rav smúkkurnar, sum mamma hennara hevði. Fyri Silke hevði tað stóran týdning at skapa eina smúkkukollektión við eitt sindur av kanti og við einari søgu.

Tey bestu ráðini, ið Silke kann geva øðrum ungum, ið missa eitt foreldur ella onkran annan, ið stendur teimum nær, er at minnast til, at tað er meira enn ok at sakna og at vera kedd/ur. Hon vil eisini halda við, at alt nokk skal ganga, at man skal royna at hyggja frameftir og eisini minnast aftur á tær góður stundirnar. Silke sigur, at vit øll eru ymisk, tá vit fara ígjøgnum sorg, og at onki er rætt ella skeivt.

Silke er 25 ára gomul og er uppvaksin úti á landinum, tætt við náttúruna. Hon hevur stóran áhuga í móta og fyri húsinnrættan. Í tí dagliga arbeiðir hon sum influensari á Instagram og hon elskar tað. Hon droymir um at ferðast runt um allan heimin og at uppliva eina rúgvu av ymiskum mentanum og at hava møguleikan at sameina tað við sítt arbeiði. Og tá tíðin er búgvin, ynskir hon at skapa eina góða familju.

Silke hevur ein stíl, ið er sera einfaldur og femininur, tó við eitt sindur av kanti. Hetta avspegla smúkkurnar hjá henni sera væl. Hon er samd við hugtakinum “less is more” og elskar tað einfalda. Smúkkur hennara eru bæði vakrar í sær sjálvum, eisini saman við øðrum smúkkum.

  • Tilfar: Rhodinerað endurnýtt Sterling silvur
  • Vørunummar: z1106sws

Ummæli

Ongin hevur skrivað ummæli enn.

Ver fyrst/ur at ummæla "SILKE x SISTIE Oyraringar Stórir Gylt Silvur"

Your email address will not be published. Required fields are marked *