SOFIE x SISTIE Armband Silvur

kr.495,00

  • Vakurt armband úr rhodineraðum endurnýttum Sterling silvuri.
  • Armbandið er prýtt við grønum onyx steinum og indigo bláum swarowzki steinum.
  • Armbandið er sniðgivið í samstarv við Sofie, ið hevur aspergers syndrom.

Útselt

Legg á ynskilista
Legg á ynskilista
SKU: 17947 Bólkur: Tags: , ,

Frágreiðing

Eitt vakurt armband úr endurnýttum Sterling silvuri við grønum onyx steinum og indigo bláum swarowski steinum.

Armbandið er 16 cm til 19 cm langt.

SOFIE x SISTIE Samstarv

Sofie er 20 ára gomul og hevur fingið staðfest Aspergers syndrom. Asperger er ein diagnosa innan autismuspektrum órógv. Vegna sína diagnosu, hevur Sofie havt tað trupult við at fáa ein vanligan gerandisdag at hanga saman, og hevur stríðst við angist og einsemi.

Í 10 mánaðir hevur Sofie verið í starvsvenjing hjá Sistie. Fyri hana var tað sera trupult at byrja, tí hon hevði nógvar avbjóðingar við angist í tí tíðarskeiðinum. Starvsvenjingin og tilgongdin við at sniðgeva hevur givið Sofie álitið og trúnna á seg sjálva. Tað hevur gjørt, at hon aftaná kundi byrja í skúla aftur og blíva liðug við 10. flokk.

Sofie hevur ein dreym um at gerast gullsmiður. Hon elskar at vera kreativ og er opin fyri, hvat framtíðin hevur at bjóða henni. Tað, at hon er sloppin at gera eina smúkkukollektión, var sum at fáa uppfylt ein dreym. Hon ætlaði at sniðgeva smúkkur við bláum og grønum litum, hetta eru hennara yndislitir.

  • Tilfar: Rhodinerað endurnýtt Sterling silvur
  • Vørunummar: z3030sws

Ummæli

Ongin hevur skrivað ummæli enn.

Ver fyrst/ur at ummæla "SOFIE x SISTIE Armband Silvur"

Your email address will not be published. Required fields are marked *