Frágreiðing
Vakrir oyraringar úr rhodineraðum endurnýttum Sterling silvuri við grønum onyx steinum og indigo bláum swarowski steinum.
Oyraringarnir eru 60 cm.
SOFIE x SISTIE Samstarv
Sofie er 20 ára gomul og hevur fingið staðfest Aspergers syndrom. Asperger er ein diagnosa innan autismuspektrum órógv. Vegna sína diagnosu, hevur Sofie havt tað trupult við at fáa ein vanligan gerandisdag at hanga saman, og hevur stríðst við angist og einsemi.
Í 10 mánaðir hevur Sofie verið í starvsvenjing hjá Sistie. Fyri hana var tað sera trupult at byrja, tí hon hevði nógvar avbjóðingar við angist í tí tíðarskeiðinum. Starvsvenjingin og tilgongdin við at sniðgeva hevur givið Sofie álitið og trúnna á seg sjálva. Tað hevur gjørt, at hon aftaná kundi byrja í skúla aftur og blíva liðug við 10. flokk.
Sofie hevur ein dreym um at gerast gullsmiður. Hon elskar at vera kreativ og er opin fyri, hvat framtíðin hevur at bjóða henni. Tað, at hon er sloppin at gera eina smúkkukollektión, var sum at fáa uppfylt ein dreym. Hon ætlaði at sniðgeva smúkkur við bláum og grønum litum, hetta eru hennara yndislitir.
- Tilfar: rhodinerað endurnýtt Sterling silvur
- Vørunummar: z1098sws
Ummæli
Ongin hevur skrivað ummæli enn.