Very Rose Delicate Cleansing Oil 150 ml

kr.259,00

150 ml

  • Lekkur reinsiolja við anga av rósum frá NUXE, tekur burtur øll sløg av sminku, eisini vatnfasta sminku og sminku við góðum haldføri.
  • Reinsar varliga, sissar og virðir javnvágina í húðini.
  • Kann nýtast til allar húðtypur, eisini til sarta húð.

Á goymslu

Legg á ynskilista
Legg á ynskilista
SKU: 17849 Categories: , Tags: ,

Frágreiðing

Hetta er ein lekkur reinsiolja, ið tekur sminku burtur av andlit og eygum, eisini vatnfasta sminku og sminku við góðum haldføri. Kann nýtast til allar húðtypur, eisini til sarta húð.

Hetta er ein sera effektiv reinsiolja, ið tekur alt slag av sminku burtur, eisini vatnfasta sminku, samstundis sum tað verjir húðina frá hørðum vatni og virðir javnvágina í húðini. Hendan reinsandi oljan hevur ein silkikendan tekstur, ið er ríkað við søtari mandluolji og broytist til krem, tá tað kemur í samband við vatn. Onki lag av olju er eftir á húðini eftir nýtslu, men húðin verður aftur mjúk, liðilig og behagilig.

Hetta er ein reinsiolja uttan parfumu, ið er vegansk og er dermatologiskt testað.

Reinsioljan er gjørd av søtari mandluolju og rósuolju úrdrátt við eginleikum, ið hjálpa við at upploysa øll sløg av sminku, eisini vatnfasta sminku og sminku við góðum haldføri, og verjir húðina, so hon ikki gerst turr.

82% av tilfarinum kemur frá náttúrligum uppruna.

Nýtsluvegleiðing:

  • Tað fyrsta og týdningarmesta stigi av tínari húðrøkt rutinu, er at reinsa sminkuna av andlitinum.
  • Um morgunin og um kvøldið koyrir tú reinsioljuna á eina vattrondell og reinsar alt títt andlit og eygu tíni.
  • Endurtak reinsingina til tú ikki sær nakra óreinsku á vattrondellini. Tað er ikki neyðugt at skola aftaná.
  • Fullfíggja tína húðrøkt-rutinu við vørunum frá Very Rose kollektiónini hjá NUXE.

Ummæli

Ongin hevur skrivað ummæli enn.

Ver fyrst/ur at ummæla "Very Rose Delicate Cleansing Oil 150 ml"

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Kanska dámar tær eisini...