Forlovilsis- og vígsluringar

Í Reinfann selja vit forlovilsisringar og vígsluringar. Tit velja sjálvi, hvussu ringarnir skulu síggja út, so bíleggja vit teir til tykkum frá Nordahl Andersen.

Ring á tlf. 276511, so avtala vit eina tíð til at tit koma inn í handilin til eitt prát, so vit kunnu avtala snið av ringunum, máta stødd og senda bíleggingina avstað saman.

Legg merki til, at av tí at ringarnir verða sniðgivnir eftir tykkara tørvi og ynski, so skulu hesir bíleggjast í góðari tíð frammanundan. Roknast kann við umleið 3-4 vikurs bíðitíð frá bíleggingin er send avstað, til vit hava ringarnir í handlinum.

Annars mæla vit til, at tit vitja Ringdesignarin á leinkjuni niðanfyri, áðrenn tit koma í handilin. Har síggja tit tykkara møguleikar og prísir:

https://www.noa.dk/ringdesigner/