OSS

Ofta settir spurningar

Eg eri nýggjur kundi á Reinfann.fo, hvussu bíleggi eg?
Tað einasta tú skalt gera, er at finna ta vøruna fram, ið tú ynskir at keypa, klikka á hana og trýsta á knøttin ‘Legg í vørukurv’. Tú kanst leita víðari eftir fleiri vørum og gera á sama hátt, tá tú hevur funnið fleiri vørur, ið tú ynskir at keypa. Tá tú ert liðug/ur, klikkar tú á ‘Vørukurv’ og fylgir vegleiðingini víðari harfrá.

Er tað trygt at keypa frá Reinfann.fo?
Ja. Tað er 100% trygd at keypa frá okkum, tí vit brúka eitt trygt gjaldsmodul á Reinfann.fo. Tá tú skalt rinda fyri vøru tína og skriva gjaldskortupplýsingar, síggja vit aldrin hesir upplýsingar. Vit síggja einans tá peningurin er komin inn.

Eyka trygd, tá tú rindar við gjaldskorti.
Tað er álagt nethandlum at brúka eina eyka trygd, tá kundar rinda við gjaldskorti á alnótini. Vit hava sjálvandi eina tílíka eyka trygd á Reinfann.fo, ið eitur 3D-secure. Við 3D-secure váttar tú títt keyp við einum loyniorði, ið verður sent til tína fartelefon í einum sms-boðum. Hevur tú ikki 3D-secure, er tað skjótt og lætt at fáa tað við at ringja til tín peningastovn og biða um tað.

Hvussu veit eg, um mín bílegging er móttikin?
Vit hava móttikið tína bílegging, tá tú hevur fingið ein teldupost við einari bíleggingarváttan og einum yvirlit av teimum vørum, ið tú hevur bílagt. Um tú ikki hevur móttikið ein tílíkan teldupost, kanst tú kanna í spam ella uønsket post mappuna.

Eg havi bílagt ein pakka, nær fái eg hann?
Allir pakkar verða sendir við Posta. Onkutíð kemur tað fyri, at vit sjálvi koyra pakkan út til tín. Um tú hevur sent okkum eina bílegging áðrenn kl.12 ein gerandisdag, so royna vit altíð at senda vøruna avstað til tín sama dag. Er tað eftir kl.12, senda vit pakkan komandi gerandisdag. Flutningur við Posta tekur 3-5 gerandisdagar.

Eg havi sent eina bílegging og skal heinta í handlinum, nær kann eg heinta?
Tá vørurnar eru pakkaðar og klárar til at verða heintaðar, so senda vit tær eini sms boð á telefonnummarinum, ið tú hevur upplýst okkum.

Hvar kann eg síggja mína kvittan?
Fyri at vera meira umhvørvisvinarlig, hava vit valt at ikki senda pappírkvittan við í pakkanum, tú fær ístaðin eina kvittan sendandi við telduposti.

Hvat kostar tað at fáa ein pakka sendan frá Reinfann.fo?
Tað kostar 39 kr at senda ein pakka frá Reinfann. Um tú keypur fyri meira enn 399 kr, skalt tú ikki rinda fyri flutning.

Kann eg fáa meira at vita um eina ávísa vøru?
Ja, tú kann senda okkum boð á reinfann@reinfann.fo, Instagram ella á  Facebook Messenger. Vit svara vanliga sama dag.

Mær tørvar vegleiðing til eina vøru, hvussu geri eg?
Vit vilja fegin geva tær góða vegleiðing, tá tú keypir eina vøru. Hevur tú spurningar til onkra vøru, ella kundi tú hugsað tær vegleiðing til, hvørja vøru tú skal keypa, so kanst tú senda okkum boð á reinfann@reinfann.fo, instagram ella Facebook. Vit svara vanliga sama dag.

Ber tað til at fáa vøru pakkað inn sum gávu?
Ja, um tú ynskir at fáa tína vøru pakkað inn sum gávu, so skalt tú bara skriva tað í viðmerking-teigin tá tú fer til kassan. Minst til at skriva hvat fyri ein vøra skal pakkast inn, um tú keypur meira enn eina vøru. Tænastan er sjálvandi ókeypis.

Tógv

Eg ætli at keypa fleiri noður av tógv og vil hava, at øll hava sama partínummar, er hetta møguligt?
Ja, sjálvandi. Um tú til dømis keypur 5 noður av tógv í einum ávísum liti, so tryggja vit okkum altíð, at tey 5 noðini tú keypur hava sama partínummar. Um tað ikki gjørligt at fáa øll noður í sama partínummar, so kontakta vit teg, so vit kunnu finna eina loysn saman.