Gardinur frá BOTEX

Dámar tær plisségardinur, rullugardinur, persiennur ella vakrar toygardinur? Vit hava bæði minimalistiskar gardinur, ið eru sera hentar, eisini hava vit lekkrar gardinur við snøggum romantiskum stíli.

PLISSÉGARDINUR


Við plisségardinum fært tú eina klassiska og sera liðiliga gardinloysn. Plisségardinur eru sera væl umtóktar, millum annað tí tær hava eitt smart og tíðarleyst snið og tí tær kunnu tillagast, so tær passa til tey allar flestu vindeyguni.

TOYGARDINUR


Tær vanligu gardinlongdirnar, sum tey flestu kenna sum tær heilt vanligu toygardinurnar. Tær longu gardinurnar kunnu gera stóran mun fyri ljómburðin í rúminum – serliga í íbúðum og húsum við hørðum og sløttum gólvum.

DUETTE


Duette® er plisségardinur, ið er gjørt av dupultvevnað. Duette-gardinurnar hava ein sera góðan isoleringseginleika og kunnu tí betra um innandura hitalag í tínum heimi.

RULLUGARDINUR


Hjá okkum fært tú snøggar og prýðandi rullugardinur úr bestu góðsku. Rullugardinur er ein einføld loysn og ein frálík loysn, um tú vil hava eitt einfalt og moderna snið.

LAMELLGARDINUR


Hjá okkum fært tú einfaldar og samstundis litríkar lamelgardinur, ið fáast bæði við smølum og breiðum lamellum. Lamelgardinur eru frálíkar til stór vindeygu – eisini til vindeygu við bogum og skeivum vinklum.