Roll On Eye Serum

kr.59,00

15 ml

  • Serum til økið runt um eyguni í smartari roll-on fløsku.
  • Virkar ímóti aldring, gevur húðini vætu og gevur javnari húðtóna
  • Vøran er ikki roynd við djórum.

Á goymslu

Legg á ynskilista
Legg á ynskilista
SKU: 16002 Bólkur: Tag:

Frágreiðing

Eitt innovativt eygnaserum við plantuúrdrátt, ið arbeiðir ímóti aldring, gevur vætu, sissa og minka um sjónligar linjur og fyribyrgir sjónlig tekin av troyttleika.

Hendan serstaka blandingin av plantutilfari og peptidum minkar um sjónligar myrkar rendur, so ger tað rukkur og hovnað húð slættari. Oligopeptid 1-2-5 er ein serlig blanding av peptidum, ið hjálpir við at geva eitt meira tónaða húð og minkar um sjónligar rukkur. Hendan samanseting lættir um hovnað húð, tí hon sissar húðina, samstundis við at húðin sær fastari út. Annað tilfar gevur antioxidantfyrimunir og sissar turra húð beinavegin og yvir longri tíð.

Eginleikar:

  • Minkar um myrkar rendur.
  • Virkar ímóti hovnað húð runt um eyguni.
  • Gevur vætu runt um eyguni.
  • Slættar fínar linjur og rukkur.

Virkið tilfar:

  • Aminosýra, ið er grundað á plantur, gevur náttúrliga vætu, mýkir og hjálpir við at halda húðina sunna.
  • Aloe vera og hyaluronsýra, sum gevur vætu og røkt.
  • Plantu- og gerúrdrátt, ið ger húðina ljósari.
  • Kollagen, ið gevur fyllu og peptidur, ið hjálpa húðini við at endurskapa seg, framleiða meira kollagen og røkir um húðskaðar.

Nýtsluvegleiðing

Vaska andlitið gjølla og rulla kúluna útyvir reina húð runt um eyguni 2 ferðir um dagin. Kann eisini nýtast á onnur økið á andlitshúðini, har rukkur er. Halt fram við tíni vanligu húðrøktrutinu, so fært tú besta úrslitið.

Ummæli

Ongin hevur skrivað ummæli enn.

Ver fyrst/ur at ummæla "Roll On Eye Serum"

Your email address will not be published. Required fields are marked *