
“You are not born glamorous, glamor is created” – Max Factor
Góðskusminkan frá Max Factor varð skapt av harra Max Factor, ein framtíðarskygdur makeup artistur, ið hevur skapt nøkur av mest kendu signaturlooks í Hollywood. Í 1914 kom hann við síni fyrstu sminkuvøru og 4 ár seinni kom hann við eini fullfíggjaðari kollektión av vakurleikarøkt, ið hann kallaði “makeup”. Hetta var eitt hugtak, ið hann sjálvur uppfann. Í hansara hugaheimi, kundi ein og hvør kvinna verða glæsilig, um hon fekk tey røttu amboðini og lærdi tey røttu sminkuháttaløgini.
Í Reinfann bjóða vit eitt stórt úrval av Max Factor vørum og vit hava faktiskt sminku til ein hvønn tørv. Niðanfyri kanst tú til dømis fáa vegleiðing um, hvussu tú nýtir vørurnar, og hvussu tær virka, eisini fært tú góð ráð.
Prep & Prime – Fyrireikingin
Fyri at hava eitt gott grundarlag til tína sminku, er tað umráðandi at húðin er væl røktað. Max Factor hevur serum til andlitið og serum til eygnavippur og -brýr. Hetta er serum, ið tú smyr á eftir tú hevur reinsa sminkuna av og áðrenn tú leggur teg at sova.
Primarin er ein grundari, ið tú koyrir á undir sminkuna fyri at fáa hana til at halda longri og at betri ‘binda’ hana til húðina. Primarin dekkar eisini, so poknurnar ikki síggjast gjøgnum sminkuna. Tú fær bæði primara til húð, eygnalok, eygnavippur og eygnabrýr.

-
Facefinity Universal Primerkr.135,00 -
False Lash Effect Lash & Brow Treatment Serumkr.130,00 -
Miracle Pure Serum Skin-Illuminating Serumkr.199,00

Sminka til ANDLIT
Max Factor hevur stórt úrval av sminku til andlitið,
bæði foundation, concealara, bronze, blush o.a.
Foundation – Grundarlagið
Foundation ella brúnkrem er grundarlagið av tínari sminku og tað hevur stóran týdning at velja tað rætta foundation til tína húð. Tú skal til dømis hugsa um, hvat hóskar til tína húð og hvat tú vil hava við tínum foundation. Hevur tú turra ella feittuta húð? Vilt tú hava tað til at dekka væl, halda leingi ella hava røkjandi eginleikar? Tað kann vera torført at velja foundation, men tað er gott at velja eftir, hvat hevur størstan týdning fyri teg og tína húð.
At velja lit
Tá tú skalt velja lit, skalt tú velja tann litin, ið mest líkist tínum húðtóna. Tú kann fyrst royna litin á tínum handabakið, tá tú so hevur funnið tann litin, sum líkist mest tínum húðtóna, kanst tú koyra eitt sindur á kjálkabeinið. Best er at nýta náttúrligt dagsljós, tá tú roynir at finna rætta litin.
Niðanfyri sært tú eginleikarnir við Max Factor foundation:

Facefinity All Day Flawless 3-in-1 Foundation
- 3-í-1 foundation, concealari og primari við sólfaktor 20
- Dekkar væl og heldur upp til 30 tímar
- Water proof, climate proof, touch proof og shine proof

Lasting Performance Foundation
- Lætt foundation, ið gevur glóð
- Dekkar væl og heldur upp til 8 tímar
- Smudge resistant og touch proof

Miracle Pure Skin-Improving Foundation
- Røkjandi foundation við C-vitamin, hyaluronsýru og sólfaktor 30
- Dekkar miðal-væl
- Gevur vætu í 24 tímar

Miracle Touch Foundation
- Lætt krem-til-flótandi foundation við hyaluronsýru
- Dekkar miðal-væl
- Gevur glóð og nógva vætu
Putur – Leyst og fast
Foundation fæst eisini í føstum formi og gevur eitt vakurt matt finish. Vit hava bæði kompakt foundation, fast- og leyst putur frá Max Factor. Hevur tú feittuta húð, kann tað vera gott at nýta kompakt foundation, ið dekkar væl og gevur eitt flott matt finish.
Um tú kundi hugsað tær at minka um glans í húðini eftir tú hevur koyrt foundation á, kanst tú putra eitt ‘translucent’ putur útyvir, til dømis Creme Puff ella Miracle Veil. Translucent putur er partvíst gjøgnumskygt, so tað ikki leggur seg sum eitt dekkandi litað lag útyvir húðina, men tekur glansin og ger tað, at títt finish verður meira matt og fult av glóð.
-
Creme Puff Pressed Powderkr.120,00 -
Miracle Veil Radiant Loose Powderkr.140,00

Bronzer
Við bronzara frá Max Factor kanst tú snýta teg til at fáa eina sólbrúnaða húð, uttan at sóla tær ella at nýta sjálvbrúnara. Tá tú nýtir bronzara, er gott at nýta eina góða puturbust og ein góður tummilfingraregul, at leggja bronzarin á tey økini, ið verða mest útsett fyri sól. Minst til at byrja í smáum og koyr bustina við sirkulrørslu á kjálkar, pannu, nøs og háls til tú ert nøgd við úrslitið.
Litin av bronzara velur tú eftir tínum húðtóna. Lat vera við at velja ein ov myrkan bronzara, um tú hevur sera ljósa húð.
Blush – Less is more
Blush, rouge ella kinnareyt gevur eitt so vakurt finish. Max Factor hevur blush bæði sum flótandi og sum fast putur. Best er at vera varðin, tá tú koyrir blush á andlitið, tí tað kann skjótt blíva ov nógv. Byrja í evarska smáum nøgdum har sum kjálkarnir eru rundast og legg meira aftrat til tú ert nøgd. Gott er at hava eina góða bust til at ‘blenda‘ við og at ‘blenda‘ uppeftir og út móti síðunum. Minst til hugtakið ‘Less is more”.


Sminka til EYGU
Max Factor hevur eitt stórt úrval av flottum eygnaskuggum,
bæði einsaktir litir og palettur við føgrum litsamansetingum.
Eygnaskuggar – Litir til eyguni
Vilt tú nýta eygnaskuggar, er tað gott at byrja við einum eygnaskugga primara, ið ger tað lættari at leggja eygnaskuggan á og fær hann at halda longri á húðini. Niðanfyri fært tú vegleiðing til hvussu tú nýtir teir vøkru eygnaskuggarnir frá Max Factor.
Masterpiece Nude Palette

Við Masterpiece Nude Palettuni frá Max Factor fært tú 8 vakrir litir í mattum og glitrandi nude litum. Litirnir eru nágreiniliga samansettir, so tú bæði hevur ljós og myrk litbrigdi. Til ber at gera ein flottan contour ella fáa eitt vakurt smokey eye look.
Smokey Eye
Fyri at fáa eitt flott smokey eye look, skalt tú koyra tann litin, sum líkist mest tínum húðtóna um alt eygnalokið, tann ljósasta litin uttast undir tínar eygnabrýr, síðani byggir tú teir myrkaru litirnir uttast við eygnalokið, sí mynd niðanfyri.

Colour X-Pert Soft Touch Palette
Við Soft Touch Palettuni fært tú 4 vakurt samansettir litir av putur-til-krem eygnaskuggum. Litirnir og eygnaskuggarnir eru ótrúliga mjúkir og geva eitt vakurt og náttúrligt look, eisini um tú nýtir fingraspídsarnir til at koyra teir á við.
Niðanfyri fært tú eina vegleiðing til at velja ímillum Soft Touch litirnir og finna fram til hvørjir litir passa væl til tín:
Crushed Blooms
Riggar sera væl til ljósan/bleikan-, miðal húðtóna, brúnt ella svart hár og til grøn eygu.
Misty Onyx
RIggar sera væl ljósan/bleikan húðtóna, ljóst ella brúnt hár og til blá ella ljósabrún eygu.
Hazy Sands
Riggar vøl til miðal húðtóna, ljóst ella reytt hár og til grøn ella brún eygu.
Veiled Bronze
Riggar væl til miðal-, myrkan húðtóna, brúnt hár og til blá, gráblá, ljósabrún ella brún eygu.

Masterpiece Mono Eyeshadow

Einstakir litir
Hevur tú ein ávísan eygnaskuggalit, ið tú dámar serliga væl? So kanst tú tíbetur eisini fáa tað. Vel ímillum 9 ótrúliga vakrir eygnaskuggar við høgum litevni og mjúkum konsistensi. Hesir eygnaskuggar eru sera lættir at blenda á húðini og teir rigga eisini væl til tá tú vil byggja litin um í fleiri løgum. Síggj úrval av einstøkum eygnaskuggalitum niðanfyri.
-
Masterpiece Mono Eyeshadow 09 Rose Moonlightkr.100,00 -
Masterpiece Mono Eyeshadow 08 Cryptic Rustkr.100,00 -
Masterpiece Mono Eyeshadow 07 Sandy Hazekr.100,00 -
Masterpiece Mono Eyeshadow 06 Magnetic Brownkr.100,00 -
Masterpiece Mono Eyeshadow 05 Turquoise Euphoriakr.100,00 -
Masterpiece Mono Eyeshadow 04 Magical Dustkr.100,00 -
Masterpiece Mono Eyeshadow 02 Dreamy Aurorakr.100,00 -
Masterpiece Mono Eyeshadow 01 Honey Nudekr.100,00
Kohlstift og eye liner – Ramma eyguni inn
Sum eitt fantastiska flott finishing touch kanst tú nýta eye linara. Nýt ein kohl blýant til at tekna eftir tí váta kantinum í eygunum ella omaná eygnalokið. Kundi tú hugsað tær eina meira presisa og beina striku á eygnalokinum? so er best at nýta liquid eye liner, ið hevur nógv litevni og hjálpir tær at ‘ramma’ eyguni flott inn. Tað krevur eitt sindur av trening at nýta tann flótandi eye linarin, men tá tú fyrst hevur lært at brúka hann, verður tú als ikki skuffað av flotta úrslitinum.

-
Kohl Kajal Automatic Pencilkr.100,00 -
Kohl Pencilkr.85,00 -
Masterpiece Waterproof Matte Liquid Eyelinerkr.120,00
Mascara – Eyka longd, volumin og lyft
Ein mascara er nógv meira enn bara ein mascara. Max Factor hevur eina stóra kollektión av mascara, ið hava ymiskar funktiónir til ein hvønn tørv. Vilt tú hava nylon bust ella gummi bust? Skal mascara vera vatnfast? Skal tað geva eygnvippunum volumin ella eyka longd?
Ikki vatnfast mascara:

Miracle Pure NEGL
Max Factor bjóðar Miracle Pure neglalakk, ið heldur
neglirnar sunnar, røkir tær og hevur gott haldføri.
Neglalakk – Miracle Pure
-
Miracle Pure Neglalakk 840 Moonstone Bluekr.110,00 -
Miracle Pure Neglalakk 812 Spiced Chaikr.110,00 -
Miracle Pure Neglalakk 265 Fiery Fuchsiakr.110,00 -
Miracle Pure Neglalakk 202 Natural Pearlkr.110,00















