ANNA x SISTIE Creol Oyraringar Silvur

kr.395,00

  • Fittir ananas creol oyraringar úr rhodineraðum endurnýttum 925 Sterling silvuri.
  • Oyraringarnir eru 20 mm til støddar.

Einans 1 eftir á goymslu

Legg á ynskilista
Legg á ynskilista

Frágreiðing

Vakrir creol oyraringar / oyrastikk úr endurnýttum 925 Sterling silvuri við ananas motivi.

Oyraringarnir eru 20 mm til støddar.

ANNA BRIAND x SISTIE samstarv

Anna Briand byrjaði at leggja upptøkur út á YouTube í 2012 og  eftir stutta tíð byrjaði fylgjarir hennara at kalla hana fyri “Annanas”, tí navn hennara næstan lá í orðinum “ananas”.

At byrja við helt Anna tað vera eitt sindur stuttligt, men eftir eina tíð gjørdist ananasfruktin eitt heilt symbol í hennara YouTube søgu. Hon hevur eisini fingið sær eina tattovering av eini ananas, ið minnir hana á sosialu miðlarnir og ger hana glaða og gevur henni motivatión. Ananasfruktin minnir hana á, hvussu langt hon er komin og um hvussu heppin hon er at hava so nógvir fylgjarir, ið altíð stuðla henni. Hon vónar, at ananas-kollektiónin fer at gera fylgjarir hennara eins glaðir og minna teir á, at teir skulu “stand tall, wear a crown and be sweet on the inside – like a pineapple ;)”.

Persónligi stílurin hjá Onnu er sera litríkur. Hennara yndislitur er gult, eisini dámar henni lilla og ljósareytt. Anna hevur altíð gingið við nógvum smúkkum. Hon hevur átta hol í oyrunum og hon hevur altíð ringar á næstan øllum fingrunum. Hetta er hennara máti at vísa sína persónligheit fram. Tað er avgjørt ein dreymur, ið gerst veruleiki, at hon kann sniðgeva sínar egnu smúkkur og samstundis geva nakað aftur til fylgjarir hennara á onkran hátt.

Anna hevur veri sera fegin um at samstarva við Sistie, og í langa tíð áðrenn hon byrjaði at ráðleggja dreymin, helt Anna, at smúkkurnar frá Sistie vóru sera vakrar. Kollektiónin hjá Onnu er ein cadeau til allir fittu fylgjarirnir hjá henni, ið hava givið henni kelinavnið Annanas, og sum hevur skapt hetta ikonið fyri hana. Anna er sera fegin um tað, sum tey hava saman, tí skuldi kollektiónin sjálvandi hava ananasfruktir.

  • Tilfar: Rhodinerað endurnýtt 925 Sterling silvur
  • Vørunummar: z1101sws

Ummæli

Ongin hevur skrivað ummæli enn.

Ver fyrst/ur at ummæla "ANNA x SISTIE Creol Oyraringar Silvur"

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Kanska dámar tær eisini...