Frágreiðing
Serum við botox-líknandi effekt. Hetta serumið minkar um úttrykksrukkur og fínar linjur í húðini, eisini byggir tað kollagen upp í húðini. Argireline er tað mest effektiva peptidið til at fyrbyrgja og minka um úttrykksrukkur. Peptidir eru stuttar ketur av aminosýrum, ið kunnu hava heilt ymiskir og potentir eginleikar. Nakrar kunnu flyta týdningarmikil sporevni inn í húðina, meðan aðrar kunnu geva týdningamikil signal, sum til dømis at stimbra kollagenframleiðsluna ella tálma neurotransmittum ella enzymum. Nógvar peptidir eru áhugaverdar í anti-age vørum, sum skulu hjálpa ímóti til dømis rukkum og ójøvnum húðtóna.
Hetta er eitt serum við acetyk hexapeptide-8, ið eisini er kent sum Argireline.
Acetyl hexapeptide-8 virkar á sama hátt sum botox (botulinum neurotoxin), nevnliga við at vøddarnir ikki trekkja seg saman, og kann tí minka um úttrykksrukkur, sum in vivo kanningar hava ávíst. Tó er virkningsmekanisman og effektiviteturin hjá botox øðrvísi.
Virkið tilfar:
- Acetyl Hexapeptide-8, eisini kent sum Argireline.
- Aminosýrur av maisgluten. Aminosýrur eru náttúrligar vætugevandi faktorar í húðini, ið hjálpa við at økja um barrierufunktiónina í húðini. Tær væta, sissa og slætta húðina út.
- B5-vitamin B5 – Panthenol
Nýtsluvegleiðing:
- Vaska andlitið gjølla og koyr 3-4 dropar av serum á andlit og háls.
- Massera ella duppa varliga á andlitið til alt er upptikið.
- Til ber at koyra andlitskrem á aftaná
- Tú fær bestu effekt við at koyra serumið á bæði um morgunin og um kvøldið.
Ummæli
Ongin hevur skrivað ummæli enn.