Frágreiðing
Maskinliting til klæðir frá DYLON er sera lætt at brúka. Alt-í-einum pakki endurnýggjar litin og gevur klæðum og heimatekstilum nýtt lív. Um tú vil hava eitt perfekt úrslit, gert tú soleiðis:
- Viga klæðini og koyr tey í vaskimaskinuna í eitt forvask-vaskiprogramm.
- Tak etikettuna av og legg kapsilin í maskinuna við teimum vátu klæðunum. Tendra síðani eitt fult vaskiprogramm á 40°C.
- Tá vaskiprogrammið er liðugt, skalt tú tendra eitt fult vaskiprogramm aftur við vaskievni.
- Tak klæðini úr vaskimaskinuin, koyr vaskievni í ogg tendra vaskimaskinuna á eitt 40 °C vaskiprogramm við tómari maskinu, fyri at reinsa hana.
Lat vera við at turka klæðini í direkta sólarljós ella við sterkum hita, og vaska klæðini fyri seg sjálvan tær fyrstu ferðirnar, fyri at burturbeina avlopsliting. Eftir litingina, skal gummiringurin á vaskimaskinuni reinsast gjølla, bæði innan og uttan.
Litingin kann nýtast til náttúrligt toy, sum bummull, linned og viskosu. Toy, sum er samansett av bummull og polyester ella viskosu og polyester, fær ein ljósari lit. Litingin hóskar ikki til at lita eftirgjørt toy, so sum polyester, akryl og nylon, og toy sum er serliga viðgjørt.
Ein pakki av liting kann lita upp til 600 g av toy (til dømis eitt par av cowboybuksum, eitt baðihandklæði ella eitt lak), fyri at fáa givna litin og upp til 1,2 kg av toy (t.d. eitt dýnubetrekk til eina dupultsong) fyri ein ljósari lit.








Ummæli
Ongin hevur skrivað ummæli enn.