Frágreiðing
Hair Serum No. 11 er uttan parfumu og silikon. Hevur svana- og allergimerkið.
Hetta er eitt super-lekkurt vætandi serum við eitt sindur av hald. Til ber at nýta serumið til ymisk endamál. Tað rennur ikki og ger ikki hárið feittut. Kann nýtast sum styling-krem og virkar væl til elastiskt hár.
Kann nýtast sum krúllukrem, ella um tú ynskir betri hald, tá tú slættar hárið. Gott til at flætta hárið við. Menn við eitt sindur longri hár, kunnu blanda serumið saman við eitt sindur av Wax No. 15.
Til ber eisini at smyrja á hárbotnin, um tú hevur turran ella skriðandi hárbotn.






Ummæli
Ongin hevur skrivað ummæli enn.