Frágreiðing
So Nude parfuman frá Costume National er skapt við íblástri frá konseptinum um tann listaliga nakinleikan og tí reinu ímyndanini av menniskjaligu sálini. So Nude váttar viljan og dirvið til at vera seg sjálvan.
Parfuman er ein autentiskt frásøgn um vakurleika, yndi og sannleika; tann blómukendi og kryddaði angin vísir persónleika hjá kvinnuni, ið ikki er bangin fyri at vera ber og vísa kjarnu sína fram. Soleiðis ger hon sín viðbreknu síðu til eina sterka síðu. Hetta er kjarnan av yndi og femininitet.
So Nude er ein sera eggjandi og bleyt parfuma til hennara frá Costume National. Parfuman hevur ein rav- og blómukendan anga, ið vekir náttúrliga vakurleikan hjá kvinnuni.
Toppnoturnar eru settar saman av kryddurtum og frískum blómum. Tað opnar upp við einari blanding av kommen, kardamummu og neroliblómu. Í hjartanotunum eru ríkar og tráðandi blómunotur av damaskusrósu, tuberósu og ylang-ylang. Basanoturbnar leggja indonesiska patchouli og sedristræ frá Virginia afturat.
Ummæli
Ongin hevur skrivað ummæli enn.