Frágreiðing
Wave Hello Shampoo frá Noughty reinsar hárið varliga samstundis endurskapar tað vætuna í hárinum, so tú fær mjúkar og flottar krúllur. Shampooið er 97% náttúrligt og er ríkað við vitaminum, til dømis við havtara úrdrátti og avokado olju, so tínar krúllur gerast tíðiligar, silkimjúkar og superstyrktar.
Tað náttúrliga tilfarið í Wave Hello Shampoo er serliga valt út til at hjúkla um krúllur, so tær gerast meira liðiligar, javnar og fullar av glans. Wave Hello shampoo er til dømis gjørt av:
Havtara úrdrátt:
Ríkt í vitaminum, mineralum og hava evni til at geva hárinum góðan stuðul.
Chlorella (algu) úrdratt:
Hevur tálmandi ávirkan á hárið, er ríkað við aminosýrum, vitaminum og mineralum.
Avokado olja:
Ein ótrúlig olja, ið er ríkað við nógvum vitaminum. Avokado oljan fær sín grøna lit frá klorofyl og karotenoid, ið hjálpir í verjuni ímóti antioxidantum.
Hetta er eitt krúllushampoo, ið eisini er gjørt av:
SLMI (sodium lauroyl methyl isethionate):
SLMI stavar frá kokusnøt og er eitt sera milt, vatnupploysandi surfaktant, ið gevur hesum shampoo skúmandi og reinsandi eginleikar, Hetta gevur møguleikan at hava eitt sera virkið shampoo, ið er 100% frítt fyri sulfatum.
Nýtsluvegleiðing:
- Koyr shampoo í hondlógvan og gníggja hendurnar saman við eitt sindur av vatni.
- Massera shampoo í hárið, byrja vit hárbotninum og arbeið teg út til hárendarnir, so fært tú eitt lekkurt, mjúkt skúm.
- Skola shampoo væl úr hárinum.
- Um tú fyri kortum hevur skift frá einum vanligum shamoo til eitt náttúrligt shampoo (sum Wave Hello shampoo frá Noughty), kann tað taka upp til 8 hárvask áðrenn tú sær tað fulla úrslitið.
Ummæli
Ongin hevur skrivað ummæli enn.