Summar kollektiónin hjá Pilgrim 2023

“Right here right now”

Hetta summarið ræður tað um at føra seg fram í einum fríum heimi eftir einari pandemi. Nú hava vit fingið nýggir tørvir og nýggj hugskot fyri framtíðina. “Right here right now” ella “beint her beint nú” er ein fagnaður fyri at byggja brýr millum tann talgilda heimin og tann veruliga heimin, og taka eitt fet aftur frá at hava allar upplivingar gjøgnum ein skýggja og røra seg frameftir til at verða meira til staðar og hava møguleikan at steðga á, anda og finna frið í nútíðini. Í mun til tað skjóttgangandi samfelagið, so er summarið 2023 eitt manifest at velja løtuna heldur enn at dvølja í fortíðini og vera ørkymlaður um framtíðina. Hetta eggjar øllum at liva í nútíðini og jagstra kensluna av at vera beint her, beint nú.


BE

Be Cable Chain hálsketur við preciosa krystallum hava eitt chunky og rátt look. Hálsketurnar fáast silvraðar ella gyltar:


HARLEY

Harley hoops oyraringar við glitrandi preciosa krystallum í ymiskum litum frá Pilgrim eru eitt spælandi twist av litum við snúrandi detaljum. Oyraringarnir fáast silvraðir og gyltir:


ANITTA

Anitta Bubbles Hoops oyraringar frá Pilgrim fáast silvraðir og gyltir:

SHY

Shy 5-í-1 oyraringa-settið hevur 5 asymetriskar smúkkur til oyruni við mikro-oyrastikk, earcuff, hoops og oyraring við heingiprýði:


ANA

Ana Hoops oyraringarnir hava eitt romantiskt look við ektaðum feskvatnsperlum og glitrandi preciosa krystallum. Oyraringarnir fáast silvraðir og gyltir:


AUBRIE

Aubrie oyraringar hava nógvir litir og minna um sól, summar og gaman. Hesir oyraringarnir við ektaðum feskvatnsperlum og litríkum glasperlum fáast bæði silvraðir og gyltir:

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *