Infinite Shine frá OPI er vorðið eitt av heimsins best umtóktu neglalakkum, ið bæði gevur vakurt finish, flott shine sum við gel-neglalakk og heldur leingi.
Hvat er Infinite Shine?
Infinite Shine við ProStay tøkni frá OPI er eitt neglalakk sett í 3 stigum, ið gevur neglunum flottan lit og finish í upp til 11 dagar. Við Infinite Shine koyrir tú fyrst primara á, síðani lit og til síðst gloss. Fylgir tú vegleiðingini niðanfyri, so fært tú eitt flott finish, ið ikki flusnar og heldur leingi.

Hví nýta primara og gloss?
Tú fær allarmest burtur úr tínum Infinite Shine neglalakki við at nýta Infinite Shine primara og -gloss saman við einum sjálvvaldum Infinite Shine neglalakk-liti.
Infinite Shine Primarin er eitt klárt neglalakk og eitt slag av base coat, ið virkar sum ein grundari til neglalakk-litin og fær hann til at halda longri. Primarin er gjørdur av einari samanseting av fjølmýlu-, upploysingar- og mýkievnum, ið er við til at økja um liðileikan og haldførið. Við at nýta primara verjir tú neglirnar ímóti skaða og blettum, so gert tú tað lættari at taka litin av aftur við neglalakkfjernara.
Infinite Shine Gloss er eisini eitt klárt neglalakk og eitt slag av top coat, ið gevur flottan glans og fær neglalakkið at halda longri. Gloss-lakkið er gjørt av evnum, ið ‘aktivera’ Infinite Shine neglalakk, soleiðis at tað harðnar, læsist og fær ein ótrúlga flottan glans, ið minnir um gel-neglalakk.
Hvat skal eg brúka?
Áðrenn tú byrjar at koyra Infinite Shine á neglirnar, skal tú hava hesar vørur:
- OPI Infinite Shine 1. Primer / base coat: keyp her
- OPI Infinite Shine 2. Long-Wear Lacquer / neglalakk litur: keyp her
- OPI Infinite Shine 3. Gloss / top coat: keyp her

Soleiðis ger man
Tá tú hevur omanfyrnevndu lutirnir, gert tú soleiðis:
- Vaska hendurnar væl. Hevur tú nýtt hondkrem, skalt tú minnast til at vaska tað av, so ongin rest situr eftir við neglunum.
- Koyr eitt tunt lag av OPI Infinite Shine Primer á neglirnar, minst til at dekka alla negl-flatuna og ansa eftir, at tú ikki koyrir ov nógv á í síðunum við neglabondunum. Lat turka í 1-2 minuttir.
- Vel nú ein Infinite Shine neglalakk lit og koyr eitt tunt lag av hesum á neglirnar. Minst til at byrja mitt á neglunum og arbeið teg út ímóti síðunum, Lat turka í 1-2 minuttir.
- Um tú vil hava tað at dekka betri, koyrir tú eitt lag aftrat á og letur aftur turka í 1-2 minuttir.
- Koyr nú eitt tunt lag av OPI Infinite Shine Gloss á neglirnar. Hetta innseglar neglalakk-litin og gevur flottan glans. Hetta er turt eftir 5 minuttir og blivið heilt hart eftir 20 minuttir í náttúrligum ljósi.
Primarir við eyka røkt
Kundi tú hugsað tær meira røkt til neglirnar, so kanst tú nýta Infinite Shine treatment primara ístaðin fyri tann vanliga Infinite Shine primarin. Hesir innihalda lotusblómuolju og bambuss úrdrátt, ið stimbrar vøkstur og er styrkjandi. Hesir virka á sama hátt sum tann vanligi primarin, tó geva teir neglunum eitt sindur eyka.
Vel ímillum hesir Infinite Shine Treatment primarirnir:

OPI Infinite Shine Strengthening Primer
OPI Infinite Shine Strengthening Primer er ein styrkjandi primari við lotusblómu olju, ið hevur nógvar antioxidantir, og bambuss úrdrátti, ið stimbra vøkstur og styrkir.
Hesin primarin røkir neglirnar, gevur teimum nógva vætu og fær tær at kennast sterkari.

OPI Infinite Shine Conditioning Primer
OPI Infinite Shine Conditioning Primer er ein primari við lotusblómu olju, ið hevur nógvar antioxidantir, og bambuss úrdrátti, ið stimbra vøkstur og styrkir.
Hesin primarin mýkir neglirnar, gevur teimum nógva vætu og fær tær at kennast sunnari.

OPI Infinite Shine Brightening Primer
OPI Infinite Shine Brightening Primer er ein primari við lotusblómu olju, ið hevur nógvar antioxidantir, og bambuss úrdrátti, ið stimbra vøkstur og styrkir.
Hesin primarin ger beinavegin neglirnar ljósari, so tær síggja reinari og sunnari út.